Um Festivalin

Tað var í 2003 at Leif Eliasen tók stig til at seta Trucker Festivalin á stovn. Íblásturin kom frá at hava koyrt onkran lastbilatúrin uttanlanda, og tað at sita umborð á ferjuni um Leirvíksfjørð. Hetta gav íblástur til at gera eitt tiltak, har allir lastbilsjafførar runt í Føroym kundu hittast, allir í senn, og ikki bara nakrir fái í senn, sum umborð á Dúgvuni, Ternuni, Smyril ella Sam. Hetta førdi til, at fyrsti Trucker Festivalurin varð hildin í 2003, úti í Runavík. Har varð avtalað gjørd við Runavíkar kommunu.

Síðani tá hevur festivalurin verið hvørt ár tey fyrsu 6 árini, og síðani er okkurt árið farið framvið uttan Trucker Festivalin.​
Seinni kom Hugo Skorastein við uppá vognin, fyri at hjálpa við at skipað fyri festivalinum. Hugo hevur altíð verið ein hollur stuðul hjá Truckerfestivalinum, har hansara partur ikki liggur eftir.

Klaksvík 2007
Í 2007 fluttu vit festivalin til Klaksvíkar. Hetta var sama samstundis sum Norðoyastevnan var.​ Vit hava havt okkurt sum er nokkso serstakt á Festivalinum, so sum bilar frá útlandinum. Her kunnu vit nevna bilin hjá Carsten Nielsen sum var við í 2009 og Henrik Kofoed í 2010​.

Sørvágur 2015
Í 2015 fór Trucker Festivalurin til Sørvágs at vera, og varð hildin í Sørvági í nøkur ár og hevur verið heldur minni í vavi, og als ikki í 2024.

Tórshavn 2025
Í 2024 tóku upprunaligu fyriskipararnir um endan, og síðani varð fari í gongd at fyrireika. Av tí at fleiri avtalur ikki komu í hús fyrr heilt stutt uppundir Festivalin, væntaðist ikki serliga nógvir luttakarar, men hetta skuldi vísa seg at verða tað stórsta nakrantíð.
Seint í 2025 kom Theodor Solbakk uppí og er nú ein av høvuðs fyrireikarunum og skipar nú Trucker Festivalin saman við Leif.


Endamálið tið tiltakinum
Endamálið við Trucker Festivalinum er at skapa eitt hugnaligt umhvørvið, har tað er møguligt hjá fólkið at síggja ymsik sløg av lastbilum, maskinum, kranum og tað ið hoyrir flutningsvinnuni til. Hugni, prát og skemt er tað ið skal verða høvuðs æðrin í tiltakinum.

Kapping um vakrasta bil er eitt tilval luttakarin tekur, tá hann meldar bilar til.

Málið er, at tað skal vera ókeypis fyri tey ið koma at hyggja, ímeðan sjálvir luttakarnir gjalda fyri at vera við í kapping og ørðum sum skipað verður fyri.